Misc Christmas

Eg Gleðist So Hvørt Jólakvøld(Cavaco chords)

Misc Christmas

Key: G

roll up this ad to continue

	        

Verse 1:

G D Eg gleðist so hvørt jólakvøld, G tí Jesus føddist tá, C tá lýsti stjørnan sum ein sól, G D G lag sungu einglar tá.

Verse 2:

G D Og lítla barn í Betlehem, G tað var ein kongur bold’, C sum kom av høgu himnaborg G D G á hesa neyðar fold.

Verse 3:

G D Nú hann í himmiríki býr, G tí hann Guds Sonur er; C men altíð hoyrir hann hvønn tann, G D G í bøn til hansar’ fer.

Verse 4:

G D Eg gleðist so hvørt jólakvøld, G vit syngja honum prís, C tá øllum smáum opnar hann G D G sítt sæla paradís.

Verse 5:

G D Og móðir tendrar tá øll ljós, G tey skína í hvønn krók, C tí út um heimin, sigur hon, G D G at lýsa stjørnan tók.

Verse 6:

G D Hon sigur, stjørnan lýsir enn G og aldri slókna kann, C og um hon lýsti mær á veg, G D G tá heim til Guds eg fann.

Verse 7:

G D Hon sigur, at hitt einglaljóð G tað ljóðar enn í dag C um frið og gleði her á jørð G D G og um Guds hjartalag.

Verse 8:

G D O, gævi eg kundi sungið so, G tá gleddist Jesu lund; C tí eg við varð Guds kæra barn G D G á halgu skírnarstund.

Verse 9:

G D Eg gleði meg hvørt jólakvøld G um Harran Jesus Krist. C At hann av sonnum elskar meg, G D G tað veit eg fult og vist.

See Also: